Loftbrúgv til listafólk
Um Loftbrúnna
Loftbrúgvin til listafólk er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar.
“Eitt livandi, eyðkent og spennandi mentanarstað”
Umsøkn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan tann fyrsta í hvørjum mánaði, og fráferðin, sum biðið verður um, skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi 5 vikur eftir henda dag. Umsóknin skal hava eina stutta og greiða lýsing av verkætlanini, upplýsingar um ferðadagar, sum ynski er um, og eisini aðrar ferðadagar, sum veljast kann ímillum, ferðamál, og eisini neyvu uppgávuna hjá teimum einstøku luttakarunum á ferðini/verkætlanini, um talan er um fleiri luttakarar. Umsóknir verða bert viðgjørdar, er formliga umsóknarblaðið hjá Loftbrúgv til listafólk nýtt.
Trýst á knøttin niðanfyri, ynskir tú at søkja stuðul til flogferð úr Føroyum til útlandið og aftur. Nevndin hevði sín fyrsta fund síðst í januar 2015.



